2015-10-15 20:42
Vikuskifti 7. til 8. november skipar Flogbóltssamband Føroya fyri dómaraskeiði.
FBF hevur við jøvnum millumbilum skipað fyri skeiðum, bæði við føroyskum og útlendskum instruktørum, og í ár verður so enn eitt skeið.
- Vit mugu og skulu lyfta dómarastøðið, og tí er neyðugt at feløgini senda fleiri umboð til hetta dómaraskeiðið, sigur Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandi Føroya.
Dómaraskeiðið er sum sagt sett á skrá vikuskiftið 7. til 8. november, tá tað annars er full skrá í kappingini. Hetta verður tó loyst soleiðis, at dystir vera fluttir, og tí verður hetta ikki nøkur forðing fyri at kunna luttaka á dómaraskeiðinum.
- Tað hevur stóran týdning fyri okkum at útbúgva dómarar. Vit hava nógvar dystir á skránni hetta kappingarárið, og tí er neyðugt við útbúnum dómarum, sigur formaðurin.
Skeiðleiðari verður danin Hans Ole (HASSAN) Nielsen, dómarainstruktørur. Hassan er sera royndir dómari. Hann hevur dømt næstan 1.500 dystir í Danmark. Harumframt er hann valdur ársins dómari 9 ár á rað.
Skráin leygardagin sær soleiðis út.
Kl. 10.00 Skeiðið byrjar í ÍSF-húsinum
Kl. 13.00 Ábit
Kl. 14.00 Skeiðið heldur fram í ÍSF-húsinum
Kl. 17.00 Skeiðið endar
Sunnudagin verður byrjað í Kollafirði kl. 13.00 við praktiskari døming í unglingakappingini, sum verður har henda dagin.
Tilmelding til [email protected], í seinasta lagi tann 31. okt. 2015.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald