Politikkur

Keypið hús í felag

...

2015-08-21 15:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tá vit tosa um fátækraváða og um at hjálpa fátøkum, er tað ikki bara spurningur um stuðul og mánaðarligar almennar veitingar, men eisini at hyggja longri og eftir grundleggjandi forðingum og sum eru afturvendandi fyri bólkin.

Víst verður ofta á bústað og leiguútreiðslu sum tungan post. Men avbjóðingin er ikki avmarkað til íbúðarútreiðslur ??? tað er í heila tikið torførari hjá húskjum við einari inntøku, at fáa inntøkuna at røkka til.

Tað hevur tykist trupult frá almennari síðu at loyst bústaðartrupulleikan, sjálvt eftir at Bústaðir í nøkur ár hevur verið á marknaðinum, sum eitt alternativ til verandi húsamarknað.

Trupulleikin er, at íbúðarmarknaðurin ikki tekur hædd fyri fíggjarstøðuni hjá tí samfelagsbólkinum, ið bert hevur ta einu inntøkuna at dúva uppá.

Avbjóðingin er ikki nýggj. Men hví verður hon ikki loyst? Kann hon loysast? Ja, hon kann loysast, og hesin samfelagsbólkur er ivaleyst tann besti til sjálvur, sum bólkur, at loysa hana!

Um hesin bólkurin kundi verið meira skipaður, meira sjónligur og samhaldsfastur, kundi hann ???forhandlað??? seg, vegna øll, til ymiskar ágóðar og arbeitt við at fingið marknaðin at sæð málbólkin sum áhugaverdan í forrætningshøpi. Kanska fyrst og fremst í íbúðarhøpi. Men tað kundi kanska eisin fevnt um aðrar útreiðslur sum matvøru- og klædnakeyp, bilakeyp, uttanlandaferðir o.s. framvegis.

Eg kann nevna dømi við sethúsakeypi.

Ásannandi, at fleiri hús á sølulista hava tvær innrættaðar íbúðir, hevði tað verið eitt upplagt høvi at fingið fíggjarstovnar, meklarar og fólk sum heild, at tikið ta avbjóðingina upp, og selt hús til minnu húskini. Soleiðis, at tvey húski keypa hús í felag.

Avbjóðingin er løgfrøðilig, veðrættarlig, avtalulig og praktisk, við tað at tveir keyparar eru til somu ogn.

Forðingar skulu blíva avbjóðingar ??? og dagsskráin hjá húskinum til formalia, løgfrøðisligar og trygdarligar bindingar ??? skal verða útgangsstøðið. Ein tveir- eigara pakkaloysn!

Sjálvsagt er henda íbúðarloysnin eisini til onnur ella til øll, ið ynskja slík viðurskifti og slíkar karmar.

Mær dámar væl nýhugsan og í hesum føri, nýggjar tankar, tá skipanir ikki spæla við og útbjóðari ikki hevur lagað seg tørvi.

Ikki júst ein landspolitisk uppgáva, men eitt uppskot um at hugsa í felag ??? yvirvald, forrætningsbólkur og fólk.

Bergun Kass

Listi F

Les fleiri lesarabrøv her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder