Vinna

Father Mckee og Brendelen koma á Fuglafjørð við 2.600 tonsum

...

2014-12-03 04:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Írsku skipini Fater Mckee og Brendelen koma á Fuglafjørð í kvøld við tilsamans 2.600 tonsum av havgølti.

Havgølturin verður landaður til Havsbrún.

JN.fo tosaði við Havsbrún fyrr í kvøld, teir rokna við, at teir eisini fara at fáa onkra svartkjaftalast, nú fleiri íslendsk skip eru í føroyskum sjógvi og fiska svartkjaft.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder