Vinna

Father Mckee, Brendelen og Slættaberg skulu landa til Havsbrún

...

2015-02-17 22:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Á Havsbrún hava teir tíbetur úr at gera. Í gjár var liðugt at landa Jupiter, seinnapartin í dag var liðugt at landa norska skipið Havfisk.

Í morgin kl. 8 skal Slættaberg landa, Slættaberg er á svartkjaftafeltinum enn, men fer at sigla um 19-tíðina í kvøld, teir rokna við at hava 1.300 tons.

Father Mckee og Brendelen koma á Fuglafjørð í kvøld við tilsamans 2.800 tonsum av havgølti, teir skulu landa tá ið Slættaberg er liðugur at landa.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder