Sjóvinnustýrið hevur latið gera eina frágreiðing um inntøkur av FAS-skipanini. Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur hevur gjørt kanningina í mai 2016 .
Niðurstøða
Niðurstøðan í hesum riti er, at tann føroyska FAS-skipanin í 2014 gav tí almenna góðar 60 mió. kr. í eykainntøku, í mun til um eingin FAS-skipan var. Niðurstøðan er eisini, at FAS-skipanin tilsamans fyllir umleið 5 % av heildarbúskapinum. Greitt er, at nógv fleiri inntøkur kunnu vinnast burtur úr FAS-skipanini. Samanumtikið ber til at siga:
??? FAS skapar tí føroyska landskassanum munandi inntøkur
??? FAS skapar inntøkur, sum tann føroyski landskassin annars ikki hevði fingið
??? FAS er ein skipan í kapping ??? menningarmøguleikar eru
??? FAS skapar arbeiðspláss við høgari spesialisering
??? Stórur vøkstur síðan 2011 ??? men vøksturin er minkaður tey seinnu árini
??? ??kt avleitt virksemi síðan 2009
??? FAS er ein fongur fyri tað føroyska samfelagið ??? og kundi verið enn betri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald