2013-07-20 21:36
Seinasti dagur her á Bermuda. Nú gleða vit okkum at koma heim aftur til Føroya.
Í gjárkvøldið var endahátíðin, sum riggaði bara væl. Her vóru steypa handan, talur, tónleikur og upptraðkan. Flott var at síggja øll ítróttarfólkini koma maskerandi inn á stadion.Vit fara at sakna nógv herfrá, tí alt hevur verið so positivt, land, fólk, náttúran, kappingar og ikki minst góða matin ein hevur fingið her.
Eg fari nokk sjálvur at sakna góðu rennitúrarnar í øllum góðveðrium, har sólin hevur skini tíðliga á morgni.
Ja minnini og upplivingarnar eiga vit at goyma, tí tær eru positivar.
??rslitið bleiv fyri Føroyar 10 gull, 12 silvur og 14 bronsu, so sigast skal at vit hava fingið góð úrslit á oyggjaleikunum á Bermuda.
Vónandi hava hesi úrslit tad til felags at vit royna at skapa góðar karmar á teimum ymiskur ítrottargreinunum. Nógv er bygt og verður enn meira bygt í komandi tíðum.
Nú seta vit kósina heim aftur til Føroya og vóna vit at veðrið er til vildar.
Havi øll tað gott í bygd og bý - Nú koma vit heim og vit gleða okkum, skrivar Heðin Mortensen á Facebook.
Airbussurin, sum skal flugva ferðalagiið heim fór úr Føroyum kl. 14 í dag, væntani verður hann aftur kl. 10 fyrrapartin í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald