Vinna

Faroe Ship styrkir farmaflutningin til og úr Føroyum

...

2015-10-03 02:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Faroe Ship bjóðar nú føroyskum vinnulívi enn betur útflutningsmøguleikar úr Føroyum, samstundis, sum reglusemið verður tryggjað.

Faroe Ship víðkar um rutunetið við einum skipi, sum siglir úr Føroyum til ??rhus hvørt fríggjakvøld. Skipið verður sett inn í Gráu siglingarleiðina, sum higartil hevur siglt millum Føroyar og Scrabster í Skotlandi.

Hálvan oktober fer Gráa siglingarleiðin harumframt at sigla beinleiðis til ??rhus í Danmark fríggjakvøld, til Halmstad í Svøríki og aðru hvørja viku til Swinoujscie í Pólandi, áðrenn skipið kemur aftur til Føroya.

Føroyskt vinnulív fær við hesum ein nýggjan útflutningsmøguleika fríggjakvøld og eina nýggja havn í Pólandi. Skipini í Gráu siglingarleiðini eita nú Lómur og Blikur. Faroe Ship heldur tað vera hóskandi, at tað eru kend skipanøvn í Føroyum, sum geva føroyskum vinnulívi nýggju og betraðu sambondini við útheimin.

Víðkaða siglingarætlanin hevur við sær, at Føroyar í størri mun verður ein miðstøð fyri farmaflutning í Norðurhøvum.

Einfaldari siglingarleið til Føroya

Nøgdin av farmi í Norðurhøvum er nógv vaksin í ár, og tí er trýstið vaksið á siglingarætlanina hjá skipunum, sum sigla við farmi til Føroya. Fyri at tryggja reglusemið í flutninginum er avgjørt at broyta Bláu siglingarleiðina, sum siglir til Føroya við farmi sunnudag.

Rutunetið er umlagt so, at skipini Dettifoss og Goðafoss ikki sigla til Halmstad. Við hesum verður trýstið á farleiðina munandi minni og reglusemið tryggjað. Hetta verður serliga til gagns fyri føroyska matvøruinnflutningin.

Vikuligt samband til øll grannalondini

Við nýggjum skipi, og broyttu siglingarætlanini, leggur Faroe Ship seg eftir at veita eina enn betur tænastu bæði úr Føroyum og til Føroya. Hvørja viku er samband millum Føroyar og Danmark, Ísland, Svøriki, Skotland, Ongland og Holland, umframt samband er aðruhvørja viku til Týsklands, Noregs, Pólands, USA og Canada.

Faroe Ship tekur sína støðu sum týdningarmesta flutningssambandið hjá Føroyum við eyðmýkt, men einki kemur av sær sjálvum. Í einum umskiftandi heimi broytist flutningstørvurin alsamt og tískil er týdningarmikið hjá Faroe Ship støðugt at tillaga flutningstilboðini samsvarandi.

- Vit gera nú eitt gott flutningssamband enn betur, sigur Bogi Petursson Nielsen, stjóri á Faroe Ship.

Sí siglingarætlanina á myndini niðanfyri.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder