Ítróttur

Fara við góðum treysti til Streymnesar

...

2017-09-20 08:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07Vestur.fo skrivar: Tað verður aftur ein bardagi um at fáa øll trý stigini til høldar, tá vit kl. 18.00 í annaðkvøld møta EB/Streymi við Margáir. Hetta verður triðja ferðin vit møtast í ár. Í Streymnesi vunnu vit 2-0 og í Sørvági leiktu vit javnleik 2-2, og kundu við eitt sindur meira hepni tikið øll stigini í yvirtíðini, tá frísparkið hjá Søren brast á stongina og út.

EB/Streymur hevur fingið fleiri góð úrslit við Margáir í ár, m.a. við at vinna á KÍ og tvær ferðir ímóti HB, so uppgávan verður torfør. Seinasta umfar blivu teir tó úrlætnir í Klaksvík og teir vilja óivað sleppa at vaska 6-0 avsmurningin av sær sum skjótast.

Okkara menn kunnu við einum sigri mikukvøldið taka enn eitt stórt fet ímóti bjargingini fyri at yvirliva í EFFO-deildini, og vit fara við góðum treysti til Streymnesar eftir øllum trimum stigunum!

Framá 07Vestur!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder