Tað er at fegnast um, at Fámjinstunnilin nú loksins sær út til at gerast veruleiki.
Í morgin 9. september verður 1. viðgerð í Løgtinginum av: ???Uppskot til Løgtingslóg um Fámjinstunnil við tilhoyrandi vegum???.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur biðið løgtingið um 169 mió. kr. til at gera tunnil millum ??ravík og Fámjin. Eftir uppskotinum verður tunnilin 1,2 km langur og 8,5 m breiður. Eisini skulu gerast vegir, 1 km í ??ravík og 400 m í Fámjin.
Tunnilin skal vera liðugur í 2023 ella 2024.
Landsverk hevur fyri aðru ferð biðið fyritøkur um at søkja um undangóðkenning til at sleppa at bjóða upp á tunnilsarbeiðið - freistin í hesum umfarinum er ásett til 30. september.
Eins og aðrastaðnis í landinum hevur samferðslukervi stóran týdning fyri trivnað og menning í Suðuroynni.
Tunnilsverkætlanin til Fámjins kemur í tøkum tíma og fer vónandi at hava við sær, at bygdin kann knýtast tættari at hinum økjunum í Suðuroynni og gera dagligdagin lættari og tryggari fyri øll tey, sum ferðast í millum.
Sum tingmaður fyri Sambandsflokkin í Suðuroynni, hevur henda tunnilsverkætlanin sera stóran týdning, og eg fari at fylgja verkætlanini politiskt heilt á mál.
Nú er ljós fyri framman fyri Fámjinsbygd og tey, sum har búleikast.
Erhard Joensen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og formaður í løgtingsins fíggjarnevnd
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald