2019-02-22 15:48

Í løtuni fáa fleiri føroyingar falskar teldupostar, har avsendarin stendur at vera Nets. Í teldupostinum verður tú biðin um at trýsta á eitt leinki, har persónligar upplýsingar skulu tøppast inn.
Umráðandi er, at tú ikki svarar teldupostunum, og tú ikki fylgir leinkjunum í teldupostunum. Haraftrat mást tú ikki lata upplýsingar um kontu, kort, p-tal o.s.fr.
Vert er at minnast til, at hvørki Nets ella bankar av sær sjálvum biðja um kort ella kontuupplýsingar av í telduposti.
Hevur tú longu latið hesar upplýsingar, er best at sperra kortið beinanvegin, tað sigur Betri í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald