JN

Faktuellir skeivleikar frá Eyðgun Samuelsen

...

2018-04-17 17:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Faktuellir skeivleikar frá Eyðgun Samuelsen

Í útvarpstíðindunum, á middegi 17. apríl, hoyrdu vit hesar útsagnir frá landsstýriskvinnuni, Eyðgun Samuelsen:

·???Tá man lóggevur, má man lóggeva generelt nøkur rættindi???.Hetta er akkurát tað, sum Eyðgun Samuelsen ikki ger ??? tvørturímóti lóggevur hon verri rættindi til leigarar hjá Bústøðum. Í nýggja uppskotinum eru treytirnar fyri uppsøgn og avhandan av íbúð verri fyri leigarar, sum leiga frá Bústøðum í mun til leigarar hjá øðrum vinnuligum útleigarum. Við hesum fær man ikki generel rættindi, men A og B leigarar.

·Eyðgun Samuelsen sigur í seinna innslagnum, at leigarin ???skal rinda minnið, vissi taðikkiverður leigað út av nýggjum??? ??? hetta er beinleiðis skeivt. Leigarin skal bara gjalda minnið, um íbúðinverðurleigað út av nýggjum. Hetta er ørkymlandi at hoyra og ber brá av, at landsstýriskvinnan blandar tingini saman.

·Eyðgun Samuelsen sigur eisini víðari, at privatir vinnuligir útleigarar fáa ein skattafyrimun ??? hetta er beinleiðis skeivt, tí tað er bert galdandi fyri privatpersónar, sum leiga út. MARK, sum er í beinleiðis kapping við Bústaðir, fær ongar skattligar fyrimunir, men má gjalda vanligan partafelagsskatt og kapitalvinningsskatt.

·Eyðgun Samuelsen samanber eisini Bústaðir við non-profit útleiguvirksemi í grannalondunum, men hetta er beinleiðis skeivt ??? okkum kunnugt hevur roknar Bústaðir við einum avkasti upp á 2,7%, tá tey áseta leiguprísin. MARK kann gott verða ein non-profit organisatión, við at økja lønar- og rakstrarútreiðslurnar eins og Bústaðir hevur gjørt.

Vinaliga

MARK

Gordon Rajani, stjóri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder