2015-09-29 03:14
Fagraberg fór í dag at sigla inn av makrelfeltinum norðanfyri, teir hava 900 tons av makreli, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði.
JN.fo tosaði umborð fyri løtu síðan - tað er góður makrelur teir hava fingið. støddin er heldur betri enn undanfarnu túrar.
Tað er fríkst lot ímóti, vindferðin liggur um 20m/sek - teir rokna við at koma á Fuglafjørð um 10-tíðina í morgin.
Høgiklettur landar í kvøld, men teir rokna við, at tað verður liðugt at landa Høgaklett, tá ið Fagraberg kemur á Fuglafjørð í morgin - t.v.s. at Fagraberg sleppir framat beinanvegin teir koma inn.
12 mans eru við Fagraberg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald