Vinna

Fagraberg siglir inn við 3.000 tonsum

...

2015-01-04 18:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fagraberg fór í morgun at sigla inn fullfermdur av svartkjafti - uml. 3.000 tons. Fagraberg verður á Fuglafirði seint í kvøld, teir byrja at landa beinanvegin teir koma á Fuglafjørð.

Svartkjaftaskipini hava havt góðan fiskiskap, Finnur Fríði landaði á Fáskrúðsfirði fríggjadagin, teir høvdu góð 2.500 tons, í dag landar Tróndur í Gøtu á Fáskrúðsfirði, teir hava uml. 2.750 tons.

Tað eru nógv skip á feltinum sunnanfyri - 59,5N og 8,2V - umframt tey føroysku skipini, so eru 9 russisk skip og 4 íslendsk skip har.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder