2015-08-31 04:27
Fagraberg fór tíðliga í morgun at sigla inn av makrelfeltinum norðanfyri, teir hava roynt heilt norðuri á 68,47N, sum er einar 20 fj. frá markinum við Jan Mayen, tá vóru teir uml. 300 fj. norður úr Føroyum, har vóru eisini Norðborg, Christian í Grótinum og Finnur Fríði, umframt nøkur íslendsk skip og eini 15 russisk skip.
JN.fo tosaði umborð fyri løtu síðan, teir hava 1.200 tons av góðum makreli - støddin er omanfyri 400 gramm í meðal.
Fagraberg skal landa til Pelagos í Fuglafirði, teir verða á Fuglafirði kl. 7 í morgin, men sleppa ikki framat at landa fyrren eftir middag, tí í løtuni landar Atlantsfarið til Pelagos, teir verða lidnir á middegi.
Tað er gott veður á leiðini norðanfyri í kvøld, eitt lot undan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald