2015-09-23 01:29
Fagraberg fór í kvøld at sigla inn við 1.200 tonsum av makreli, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi norðanfyri, veiðan verður landað til Faroe Pelagic í Kollafirði - í løtuni landar Christian í Grótinum í Kollafirði, aftaná skal Slættaberg landa, Fagraberg sleppir framat mikukvøldið.
JN.fo tosaði umborð fyri løtu síðan. Fagraberg byrjaði fiskiskap eystur ímóti norska markinum, teir gjørdu eisini eitt rend langt norður í altjóða sjógv, men har var einki át síggja, tá ið teir komu suður aftur í føroyskan sjóg, royndu teir vestalaga á, har gjørdu teir túrin liðnan, tað var fitt av makreli at síggja í dag, søgdu teir umborð á Fagrabergi, tá ið vit tosaðu við teir.
Støddin teir fingu í dag lá um 430 gramm.
Tað er av fagrasta veðri norðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald