Vinna

Fagraberg siglir inn við 1.000 tonsum av makreli

...

2015-09-08 19:06 Author image
placeholder

 Fagraberg fór í nátt at sigla inn við 1.000 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði. Fagraberg hevur roynt á uml. 64,4N, har hini føroysku skipini eisini royna. Tætt norðanfyri føroyska markið royna eini 14 russisk skip, vestanfyri markið royna tey íslendsku skipini.

Tað er rættuliga góður makrelur føroysku skipini fáa, støddin liggur um 430 gramm í snitt.

Fagraberg verður á Fuglafirði kl. 19 í kvøld, teir sleppa framat at landa beinanvegin teir koma inn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder