Vinna

Fagraberg siglir inn við 1.000 tonsum

...

2015-08-24 11:19 Author image
placeholder

 Fagraberg fór í gjárkvøldið at sigla inn av feltinum norðanfyri.

JN.fo hevur tosað umborð. Teir hava roynt heilt norður ímóti altjóða markinum, veðrið hevur verið gott á leiðini har norðuri.

Fagraberg hevur smá 1.000 tons, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði, teir verða á Fuglafirði um middagin, støddin er góð - alt liggur væl omanfyri 400 gramm.

Jupiter landar í løtuni til Pelagos, men teir verða liðnir, tá ið Fagraberg kemur á Fuglafjørð.

Fagraberg hevur trolað einsamallur, annars partrola fleiri av føroysku skipunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder