Fagraberg fór nú seinnapartin at sigla inn av makrelfeltinum norðanfyri við 1.400 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði. Fagraberg verður á Fuglafirði um 4-tíðina í nátt.
JN.fo tosaði umborð á Fagraberg fyri løtu síðan, teir søgdu, at nógvur makrelur var at síggja í morgun. Tað var eitt frríkst lot av landsynningi nú, men vindurin kemur at minka longur suður teir koma. Fagraberg og hini føroysku makrelskipini hava roynt á uml. 64N og 0,4V.
Í fjør helt makrelfiskiskapurin í føroyskum sjógvi uppat um hálvan oktober, men teir á Fagrabergi hildu, at fiskiskapurin í føroyskum sjógvi, fór at halda á eitt sindur enn, tí íslendsk og russisk skip fingu nógv í altjóða sjógvi norðanfyri føroyska markið - tann makrelurin kemur - um teir meta rætt - í føroyskan sjógv um nakrar dagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald