2016-04-26 10:13
Fagraberg og Norðingur hava roynt eftir svartkjafti sunnast í føroyskum sjóøki.
Fagraberg fór at sigla inn á midnátt, og hevur 3.000 tons umborð. Fagraberg er í løtuni staddur eystur úr Suðuroynni, veðrið er ikki av tí besta, og av Havsbrún vænta tey, at tað verður klárt at byrja at landa Fagraberg klokkan 17 seinnapartin. Tað tekur umleið eitt døgn at landa Fagraberg.
Norðingur fór eisini at sigla inn í nátt, hann er stæddur suður úr Suðuroynni, og verður á Fuglafirði einaferð í kvøld. Tá ið Havsbrún hevur landa Fagraberg, sleppir Norðingur framat, tað verður einaferð seinnapartin í morgin, verður sagt av Havsbrún. Norðingur hevur 2.000 tons.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald