2016-01-29 03:33
Fagraberg og Høgaberg, sum hava roynt eftir svartkjafti sunnast í føroyskum sjógvi, fóru báðir at sigla inn fyrr í dag. Boðað verður frá óveðrið sunnanfyri Føroyar, har sum svartkjaftaskipini hava roynt, ti hava teir valt at koma inn, teir verða báðir á Fuglafirði í nátt.
Høgaberg hevur 500 tons, vit vita ikki í løtuni hvat Fagraberg hevur.
Eisini hava fleiri íslendsk og russisk skip roynt sunnanfyri, Vikingur hevur sett kós móti Íslandi og russiska skipið Lazurnyy er komið undir Suðuroynna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald