2015-11-06 23:44
Fagraberg kom á Fuglafjørð fyri løtu síðan við 1.700 tonsum av sild, sum teir hava fiskað í altjóða sjógvi norðanfyri.
Vit á JN.fo tosaðu umborð, tá ið teir komu á Fuglafjørð, teir siga, at sildin liggur um 390 gramm og er í góðum standi. Fagraberg er nú liðugur við sildakvotuna, teir fara á makrelveiðu í ES-sjógvi, tá ið liðugt er at landa.
Í løtuni landar Christian í Grótinum makrel til Pelagos, aftaná skal Atlantsfarið landað 550 tons av sild og so sleppir Fagraberg framat í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald