2015-10-27 23:28
Fagraberg fór at sigla inn av sildafeltinum norðanfyri í gjárkvøldið, Fagraberg hevur 1.400 tons av sild, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði, teir verða á Fuglafirði nú kl. 19 í kvøld.
JN.fo tosaði umborð á Fagraberg fyri løtu síðan. Teir siga at støddin liggur um 390 gramm. Eisini siga teir, at nakað var at síggja í gjárkvøldið, annars hevur verið ruskveður norðanfyri og tá spjaðist sildin.
Fagraberg fer aftur á sildaveiðu, tá ið liðugt er landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald