2016-08-24 07:11
Fagraberg kemur á Fuglafjørð í morgun við 400 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði.
Fagraberg hevur roynt norðanfyri, teir vóru eisini í altjóða sjógvi norður úr føroyska markinum, men hava teir seinastu dagarnar roynt á 64N og 8V - vestur ímóti íslendska markinum.
Fiskiskapurin hevur verið smáligur higartil. Teir søgdu, tá ið vit tosaðu umborð í gjárkvøldið, at í fjør byrjaði fiskiskapurin eftir makreli uml. 20. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald