2016-02-19 01:02
Fagraberg, sum hevur verið til lodnufiskiskap útfyri eysturlandinum, siglir í kvøld inn at landa, teir hava 250 tons, sum teir skulu landað til Sildarvinnsluna í Neskaupstaði, har lodnan verður fryst.
Tvey onnur føroysk skip eru til lodnufiskiskap, tey eru Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu, sum vit hava skilt, so er ætlanin hjá teimum at sigla til Føroyar við lodnuni, sum teir fáa.
Í kvøld eru skipini stødd tætt eystur úr Høfn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald