2017-09-01 20:41
Fagraberg kom á Fuglafjørð kl. 5 seinnapartin við 1.000 tonsum av makreli, sum teir landa til Pelagos í Fuglafirði, teir byrjaðu at landa kl. 7 í kvøld, tá ið liðugt varð at landa Finn Fríða.
Fagraberg hevur roynt norðast í føroyskum sjógvi, har hini føroysku skipini eisini royna.
Nøkur russisk skip eru í føroyskum sjógvi, men teir royna eisini norðanfyri markið í altjóða sjógvi, í altjóða sjógvi eru eisini fleiri íslendsk skip.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald