2015-09-05 06:08
Fagraberg kemur á Kollafjørð um 7-tíðina í morgun við 650 tonsum av makreli, sum verður landaður til Faroe Pelagic í Kollafirði.
JN.fo tosaði umborð á Fagraberg í nátt, teir søgdu, at veðrið á makrelfeltinum øtlaði í gjár og tá spjaðist makrelurin, teir avgjørdu tí at fara inn at landa, eisini søgdu teir frá flotanum norðanfyri, at tað var smáligur fiskiskapur í gjár.
??ll tey føroysku skipini eru norðanfyri, eisini eru nøkur russisk skip í føroyskum sjógvi. Tey íslendsku skipini royna í íslendskum sjógvi, tey eru eisini norðalaga á, og fleiri russisk skip eru í altjóða sjógvi norðanfyri føroyska markið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald