Vinna

Fagraberg landar 3.000 tons av svartkjafti í Karmøy

...

2016-03-01 17:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fagraberg, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu í ES-sjógvi, er farin at sigla við fullari last - uml. 3.000 tons av svartkjafti. 

Fagraberg skal landa í Karmøy í Norra, har teir fáa NKR 2,79 fyri kilo, tað gevur kr. 2,20 í føroyskum peningi. Í Føroyum er prísurin kr. 1,75 fyri kilo av svartkjafti, so Fagraberg fær kr. 1.300.000,- meira fyri lastina við at landa í Karmøy.

Høgaberg skal landa í Skagen í morgin, teir hava fiskað í føroyskum sjógvi, teir fáa eisini kr. 2,20 fyri kilo.

Vit tosaðu umborð á Fagraberg fyri løtu síðan, teir siga, at tað er heilt nógvur svartkjaftur at síggja har teir royndu - Fagraberg var á feltinum í tveir dagar, teir royndu á uml. 52N og 16,4V, Næraberg var eisini har á leiðini og so okkurt russiskt skip, sum plagar at royna í føroyskum sjógvi. Tróndur í Gøtu verður á fiskileið har í morgin.

Vit skriva meira um svartkjaftaprísir seinni í kvøld - Les HER.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder