2016-02-10 05:35
Fagraberg, sum hevur verið til lodnufiskiskap eystur úr Íslandi, siglir til Føroyar, teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði, Fagraberg verður á Fuglafirði kl. 5 í nátt, teir hava 900 tons.
Tá ið liðugt er at landa verður farið aftur á lodnuveiðu.
Norðborg er eisini á lodnuveiðu við Ísland, teir royna á somu leið, sum Fagraberg hevur roynt - uml. 65,2N og 11V - sum er beint eystur úr Seyðisfirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald