2016-09-19 23:43
Fagraberg siglir inn av makrelfeltinum norðanfyri, teir hava roynt norðuri á 64N og hava fiskað heilt eystur ímóti norska markinum.
Fagraberg hevur 1.400 tons, sum teir skulu landað til Pelagos í Fuglafirði, teir verða á Fuglafirði um 16-tíðina í dag.
Vit tosaðu umborð seint í gjárkvøldið, teir søgdu, at tað var góður makrelur - vektin lá millum 370 og 380 gramm - eisini søgdu teir, at tað vóru nógvir stórir stimar at síggja í dag.
Fagraberg gjørdi 5 tov hendan túrin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald