2016-09-14 08:17
Fagraberg fór tíðliga í morgun at sigla inn av makrelfeltinum eystanfyri, teir hava 1.260 tons, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði.
Vit á JN.fo tosaðu umborð í morgun, teir hava gjørt 4 stutt tov, tey hava ligið um tveir tímar hvørt, teir fingu umleið 300 tons buurturúr hvørjum tovi - støddin er góð, vektin liggur um 370 gramm og makrelurin er meira fastur nú enn fyri nøkrum døgum síðan.
Í løtuni landar Christian í Grótinum til Pelagos, Fagraberg sleppir framat, tá ið Christian er liðugur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald