2016-11-20 13:11
Fagraberg, sum hevur roynt eftir sild heilt norður ímóti altjóða markinum, kemur á Fuglafjørð seint í kvøld við 1.150 tonsum av sild, sum teir landa til Pelagos í Fuglafirði.
Norðborg og Tróndur í Gøtu eru eisini á leiðini har norðuri, tað hevur verið av fagrasta veðri teir seinastu dagarnar á liðini 64,5N og 2,2V - har skipini royna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald