2015-01-31 05:35
Fagraberg kemur á Fuglafjørð um 2 tíðina í nátt við 1.300 tonsum av svartkjafti, sum er fiskaður sunnast í føroyska økinum. Tað gjørdist óveður á leiðini, teir sigldu tí fyrst undir Suðuroynna, men óveðrið heldur á, tí valdu teir at fara á Fuglafjørð at landa. Teir byrja at landa tíðliga leygarmorgunin.
Tróndur í Gøtu hevur í dag landað góð 500 tons til Havsbrún í Fuglafirði.
Skipini sum eru á feltinum liggja bakk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald