Ítróttur

Fagna bragdinum hjá U17-landsliðnum

...

2017-03-21 13:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mikudagin 22. mars kl. 15 fáa allir føroyingar møguleikan at fagna okkara ótrúliga U17-landsliði við dreingjum, sum framdi bragdið at spæla seg í EM-endaspælið.

Liðið hevði drúgva ferð til Kýpros, men tað forðaði teimum kortini ikki at fremja besta úrslitið hjá einum føroyskum ungdómslandsliði nakrantíð.

Tí er tað avgjørt hóskandi, at vit taka væl ímóti teimum. Mikudagin 22. mars frá klokkan 15:00 bjóðar Fótbóltssamband Føroya til móttøku í FSF-húsinum.

??ll eru hjartaliga vælkomin :-)

EM-endaspælið verður í Kroatia frá 3. til 19. mai.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder