Politikkur

Færri forboð og forðingar - øl og vín í matvøruhandlar

...

2015-08-24 18:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Rúsdrekkasølan er ein leivd frá eini farnari tíð. Tað skal bera til at fáa øl og vín til keyps í matvøruhandlum.

Vit keypa eplabátar til búffin í vanligum matvøruhandlum, og vit keypa grønmeti til fiskin í vanligum matvøruhandlum. Men reyðvínið til búffin og hvítvínið til fiskin sleppa vit ikki at keypa í sama handli. Tað skal broytast.

At vit fáa møguleikan at keypa okkum okkurt at drekka aftur við matinum, har vit vilja - undir egnari ábyrgd og uttan at verða sett undir almenna fyrisiting, er einasta gongda leið.

Tí í dag er øl og vín ein púra natúrligur partur av matmentanini, og samstundis er gamla drykkjumentanin farin í søguna. Tølini síðani 1993 hava prógvað eina hóvliga nýtslu.

Eitt tíðarhóskandi samfelag

Fólk ynskja frælsi til sjálv og undir egnari ábyrgd at útvega sær eina øl til ræst kjøt ella reyðvín til búffin. Soleiðis gera vit, tá ið vit fara til Barcelona at ferðast, tá ið vit lesa uttanlands ella tá ið foreldur vitja børnini á Oyrasundskollegiinum.
Og sjálvandi skal hetta bera til í okkara egna landi eisini.
Vit skulu hava eitt tíðarhóskandi samfelagi, sum endurspeglar virðini og livaða lívið í ein og tjúgundu øld. Fólk skulu hava størri ávirkan og ábyrgd av sínum egna lívshátti. Tað røkkur longst.

Gott fyri vinnuna
Vinnulig atlit eru eisini at taka. Við einum loyvi at flyta inn, keypa og selja vín og øl, kunnu handlar víðka og betra handilsliga grundarlag sítt. Samstundis fær brúkarin størri úrval og ágóðan av kapping.

Søluinntøkan, ið Rúsdrekkasølan missir, fer út í privata renslið á ein annan hátt og til annað brúk enn beint inn aftur í landskassan, sum nú er.

Høgni Reistrup
Framsókn

Les fleiri lesarabrøv her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder