Isf.fo skrivar: Tað eru færri enn 200 dagar til, at Oyggjaleikirnir á Jersey fara av bakkastokki. Leikirnir komandi ár verða frá 27. juni til 3. juli. Á oyggjaleikunum fara føroyingar at kappast í 12 ítróttagreinum. Tær eru, Bogaskjóting, Frælsur Ítróttur, Badminton, Kurvabóltur, Súkkling ??? MBT og road, Skóting, Borðtennis, Tennis, Flogbóltur og Strandarflogbóltur, Triathlon og Svimjing.
Tað er fyrstu ferð, at Føroyar eru við í kurvabólti. Eisini er vert at leggja til merkis, at Føroyar aftur fara at kappast í svimjing. Føroyska svimjilandsliðið var ikki við á Bermuda 2013.
Samlaða ferðalagið úr Føroyum fer at telja umleið 280 fólk. Tvey flogfør hjá Atlantsflogi flúgva beinleiðis til Jersey, og farið verður úr Føroyum 25. juni.
Fimtu ferð á rað er Tryggingarfelagið Føroya høvuðsstuðul hjá Føroyum á Oyggjaleikunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald