Ítróttur

Eysturríki mundi koppað heimsmeistarnum

...

2014-01-21 00:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Eysturríki var spátt ikki at hava nakran kjans móti Spania, sum var stór favorittur at vinna dystin. Spania byrjaði eisini sum eitt ódnarveður, og ikki minst takka tí stóra strikuspælarnum Aguinagalde, sum spældi sín fyrsta EM dyst í dag, aftaná at vera komin fyri seg aftur eftir ein lyskuskaða. Hann var svangur eftir at spæla aftur, tað var eingin ivi um, hann skoraði fýra ferðir í byrjani av dystinum.

Eysturríki kom seg aftur í dystin, aftaná at hava fingið ein vánaligan start, samstundis sum sponsku spælarnir ikki fingu sítt at koyra so væl, Spania kundi tó fara til hálvleik við eini føring uppá 14-12.

Aftaná steðgin vísti Spania eitt sindur av forminum, sum gjørdu teir til heimsmeistarar síðsta ár, men hóast tað fingu teir ikki slonkt Eysturríki av sær. Hermann, Szilagyi og restin av hópinum hjá Eysturríki góðu alt hvat teir høvdu, og einmanshetjan Aguinagalde var munurin á liðnum í dag við sínum 8 málum.

Móti endanum dømdu dómarnir nakrar ivasamar dømingar móti Eysturríki, millum annað fingu teir einar tveir minuttir, fimm minuttir fyri tíð, men teir vóru á herinum á sponku stjørnunum og vóru bara eitt mál aftanfyri nøkur sekund fyri tíð. Tá fingu Eysturríki fríkast, men kláraðu ikki at fáa tað útjavnandi málið í einum dysti, har teir vóru centimetrar frá at skriva enn eina søgu har David er móti Goliat í ítróttaverðini.

Les eisini: Ísland vann á Makadonia.

Kelda sporten.dk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder