2018-01-22 12:19

Seint í gjárskvøldið máttu tríggir mans frá løgregluni út til Nólsoyar við Rescue Lív, har tríggir Eysturoyingar høvdu after-party.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur við jn.fo, at tríggir mans úr Eysturoynni valdu at fara út til Nólsoyar eftir at teir høvdu verið í býnum náttina til sunnudagin. Tann eini maðurin var blivin illur í sær, og manningin á Ternuni hevði eisini noktað teimum at koma við inn seinasta túr.
Illi maðurin bleiv buktaður niður av fólki í Nólsoy, og hildu tey honum niðri til løgreglan kom út og handtók mannin, sum eisini fær eina bót fyri brot á politi viðtøkurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald