JN

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa gulllaks á Toftum

...

2018-04-12 08:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Partrolararnir Eysturbúgvin og Vesturbúgvin komu á Havnina tíðliga í gjárkvøldið, har teir skuldu bunkra, teir vóru báðir fullfermdir av gulllaksi - t.v.s. umleið 290 tons.

Kl. 6 í morgun byrjaðu teir at landa á Toftum, tað er Tavan í Leirvík, sum keypir gulllaksin.

Vit á JN.fo tosaðu umborð á Vesturbúgvan í gjárkvøldið, teir søgdu, at teir byrjaðu sunnanfyri, men fluttu, tí har vóru so nógv svartkjaftaskip, teir royndu so vestur úr Mykinesi. Tað er góður gulllaksur skipini fáa.

Eysturbúgvin og Vesturbúgvin fara nýggjan túr tíðliga í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder