2016-09-08 05:55
Gulllaksaskipini Eysturbúgvin og Vesturbúgvin fóru at sigla inn í gjárkvøldið, teir landa í morgun á Toftum, tilsamans hava teir 130 tons, veiðan verður seld til Tavuna í Leirvík.
Vit á JN.fo tosaðu umborð seint í gjárkvøldið, teir søgdu frá smáligum fiskiskapi, teir byrjaðu túrin á Bankanum, royndu síðan vestanfyri og teir seinastu dagarnar norðanfyri.
Gulllaksakvotan er 13.000 tons, vit meta, at nú eru 700 tons eftir at fiska.
Eysturbúgvin og Vesturbúgvin fara nýggjan túr í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald