2016-06-23 07:21
Partrolararnir Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa í dag á Toftum, teir komu á Toftir seint í nátt og byrjaðu at landa kl. 6 í morgun, tilsamans hava teir 260 tons av gulllaksi, tað er Tavan í Leirvík, sum keypir veiðuna.
Vit á JN.fo tosaðu umborð seint í gjárkvøldið - skipini hava roynt vestanfyri hendan túrin, teir søgdu, at tað var góður gulllaksur teir høvdu.
Skipini fara nýggjan túr kl. 19 í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald