2016-01-21 19:11
Partrolararnir Eysturbúgvin og Vesturbúgvin komu á Kollafjørð í nátt við 250 tonsum av makreli, sum teir hava landað til Faroe Pelagic.
Teir royndu í ES-sjógvi einar 35 fj. í útnyðring úr Hebridinum.
JN.fo tosaði umborð á Vesturbúgvan, teir søgdu at veðrið var av tí fagrasta hendan túrin, og nógvur makrelur var at síggja har teir royndu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald