2017-05-24 20:13
Partrolararnir Eysturbúgvin og Vesturbúgvin hava í dag landað á Toftum, teir høvdu 240 tons av gulllaksi, sum Tavan í Leirvík keypti.
Teir hava hendan túrin roynt sunnast í føroyskum sjógvi.
Tá ið liðugt var at landa fóru skipini til Havnar at taka ís, teir eru nú farnir nýggjan túr og eru ávegis suðureftir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald