2016-09-16 07:32
Eysturbúgvin og Vesturbúgvin komu á Toftir í nátt, har teir landa gulllaks til Tavuna í Leirvík, teir hava 120 tons hendan túrin. Teir byrjaðu túrin vestanfyri, men í gjár gjørdu teir tvey tov norðanfyri.
Hesin túrurin verður tann seinasti gulllaksatúrurin í ár, kvotan er nú um at verða fiskað - samlaða kvotan er 13.000 tons.
Eysturbúgvin og Vesturbúgvin fara nú aftur á upsaveiðu, um teir fara í vikuskiftinum, ella mánadagin er ikki heilt greitt enn,
Seinni í heyst skal Vesturbúgvin til 25-ára klassing hjá MEST í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald