2015-12-10 23:15
Partrolararnir Eysturbúgvin og Vesturbúgvin hava havt rokfiskiskap eftir upsa. Teir fóru út seint sunnukvøldið og fiskaðu mánadagin, týsdagin og mikudagin - í dag hava teir landað 300.000 pund av góðum upsa til Barðið í Havn.
Ein partur av veiðuni er selt uttanlanda og fer við Norrønu av landinum í kvøld.
Teir hava hendan túrin roynt sunnanfyri.
Vit vóru í Havn seinnapartin í dag, tá riggaðu teir til, at fara nýggjan túr í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald