Ítróttur

Eyka-aðalfundur verður 5. februar kl. 16

...

2017-02-04 12:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sambært samtyktu broyttu viðtøkum felagsins, verður hervið lýst til eyka-aðalfundar í 07 Vestur-húsinum sunnudagin 5. februar kl. 16:00.

Vanliga hevur árligi regluligi aðalfundur felagsins verði um hesa tíðina, men á eyka-aðalfundi 6. novembur, varð hetta broytt, soleiðis at aðalfundurin framyvir verður í seinasta lagið 4 vikur eftir kappingarlok. Roknskaparárið er tó tað sama, og tí verður eyka-aðalfundir nú, har roknskapurin skal góðkennast.

Skrá
1. Val av fundarstjóra
2. Góðkenning av roknskapi
3. Val av grannskoðara
4. Innkomin mál

Seinasta freist at lata eyka-aðalfundin mál, er, smbr. viðtøkunum, 12 dagar undan fundinum.

Allir limir felagsins eiga at møta.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder