Politikkur

Eyka vinnuskatturin hjá Høgna Hoydal er sentralisering sum fer at køva útjaðaran

...

2016-07-24 18:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eykaskattur og veiðugjøld á vinnuna í útjaðaranum í Føroyum fer beint í landskassan, sum ístaðin fer at brúka henda pening til almennan rakstur í høvuðsstaðnum. Harvið verður váðafúsur vinnukapitalur sogin úr Klaksvík, Runavík, Tvøroyri, Fuglafirði og øðrum vinnuplássum kring landið, og vit fáa eitt enn meira sentraliserað og nógv minni dynamiskt samfelag.

Tað er skakandi at hugsa um, hvussu sosialistisku ætlanirnar hjá Høgna Hoydal og verandi landsstýri fara at raka útjaðaran í Føroyum, tá ið uppboðssøla av arbeiðsplássum í vinnuni og eykaskattur á vinnuna kring landið er blivið til veruleika.

Tá ið ein so lesur tær áhugaverdu og upplýsandi greinarnar hjá eitt nú Búa Tyril og ??la M. Lassen, sum kanna og skriva nógv um vinnulig viðurskifti, kann tað ikki annað enn undra ein, hvussu Kringvarp Føroya bara tekur teir somu sonevndu ???serfrøðingarnar??? inn til samrøður, meðan teir, sum hava onnur sjónarmið ikki verða tiknir upp á tungu, hóast teir hava gjørt vart við vandan við verandi fiskivinnupolitisku kós.

Tað tykist sum um, at tað hevur ikki áhuga hjá alment løntu journalistunum at lýsa hetta málið frá øllum síðum, og tað er ógvuliga ræðandi at hugsa um. Eru journalistarnir veruliga so samdir við verandi politikki landsstýrisins, at teir dylja avleiðingarnar av honum?

Eg havi fyrr gjørt alment vart við, at vinnuskatturin hjá Høgna Hoydal og uppboðssølan av arbeiðsplássunumí fiskivinnuni fara fyri tað fyrsta at gera vinnuna ótrygga og harvið eisini minni váðafúsa. Fyri tað annað fer hesin sosialistiski vinnupolitikkur at máa støðið undan vinnuplássunum kring landið, sum hava breyðføtt okkara land, og fer at draga enn meira pening til almennu arbeiðsplássini í høvuðsstaðnum.

Stutt sagt fer vinnupolitikkurin hjá Høgna Hoydal og hansara viðhaldsfólkum og -flokkum at sentralisera Føroyar enn meira við pengum, sum verða tiknir úr vinnuni, tvs. teir verða fluttir frá vinnuligum íløgum kring landið, sum skapa og víðarimenna útflutning og vinnulig arbeiðspláss kring alt landið, til alment forbrúk í høvuðsstaðnum til fleiri eftirlitisstovnar og umsiting.

Eitt er púra vist, og tað er, at einki fullveldi verður fíggjað við slíkum politikki. Tvørturímóti fáa vit minni inntøkur og størri almennar útreiðslur ??? snøgt sagt, verða vit fátækari sum samfelag.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Løgtingslimur fyri Fólkaflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder