2015-05-23 00:45
Í dag kunnu fyriskipararnir av Voxbotn avdúka, at teir báðir hittmakaranir og trubadurkongarnir Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen við bólki fara á pallin á Voxbotn 27. juni at framføra allar sínar hittparadur.
Tað munnu vera fá tónleikanøvn, ið megna at fáa so nógvara áskoðarar at syngja við, sum júst Eyðun og Terji, ið koma á Voxbotn við einum stórum kufferti av sangum, ið vit øll elska. Hvør í sínum lagi og saman, hava teir støðugt skapt nøkur av størstu hittunum seinastu 30 árini.
Eyðun og Terji eru garantar fyri einari góðari veitslu framman fyri pallin. ??ansæð um tað snýr seg um Eros, jalousi, um at fara aftur í 80???ini ella at flýggja til tónleikin.
Umframt Eyðun & Terja fara nøvn sum John Martin og Michel Zitron, kendir frá Swedish House Mafia, Samantha Fox, X-Factor stjørnan Jógvan, tungmálmslegendan Udo, elektropopduoin Byrta, fólkarokkarin Marius Ziska, rappararnir Swangah, trubadururin Stanley og divairnar í Flammu og nógv onnur á pallin í Vágsbotni.
Tað hevur verið útselt øll árini til Voxbotn og eftir søluni at døma higartil verður nokk sama skil í ár, tí fleiri av sølustøðunum hava bert fá atgongumerki eftir.
Atgongumerki til Voxbotn 2015 eru at fáa í Kunningarstovuni í Havn, Expert í SMS, Fast-handlunum kring landið og á ebillett.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald