2016-06-03 07:31
Nú kunnu fyriskipararnir av Tórsfest avdúka, at teir báðir hittmakaranir og trubadurkongarnir Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen við bólki verða millum mongu nøvnini, sum fara á pall á Tórsfest, leygarkvøldið 23. juli í gongugøtuni í Havn.
Tað munnu vera fá tónleikanøvn, ið megna at fáa so nógvar áskoðarar at syngja við, sum júst Eyðun og Terji, ið koma á Tórsfest við einum stórum kufferti av sangum, ið vit øll elska. Hvør í sínum lagi og saman, hava teir støðugt skapt nøkur av størstu hittunum seinastu 30 árini.
Eyðun og Terji eru garantar fyri einari góðari veitslu, óansæð um tað snýr seg um Eros, jalousi, um at fara aftur í 80???ini ella at flýggja til tónleikin. So tað verður uttan iva lív í, tá føroysku hittmakararnir fara á pall á Tórsfest, leygarkvøldið undan ólavsøku.
Umframt Eyðun & Terja er longu kunngjørt, at heimstjørnan Sean Kingston kemur hendan vegin at framføra, vælumtóktu donsku bólkarnir Carpark North og Saybia, okkara egnu Týr, Marius, MC-Hár og Punjab eisini fara á pall í gongugøtuni hetta kvøldið. Og enn eru nøvn eftir at avdúka.
Á Tórsfest verður eisini spæliland og tiltøk fyri børn á skránni um dagin, meðan stóru konsertirnar verða um kvøldið.
Forsølan av atgongumerkjum til Tórsfest 2016 gongur sera væl og atgongumerki fáast í Kunningarstovuni í Havn og á ebillett.fo. Tórsfest er ókeypis fyri børn til og við 13 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald