B36.fo skrivar: Gullgreipan heldur fram í B36
B36 kann í kvøld boða frá at Eyðun Klakstein verður høvuðsvenjari hjá okkum komandi ár. Vit kunnu eisini avdúka, at Jákup á Borg verður hjálparvenjari hjá okkum.
Eyðun hevur júst havt sítt fyrsta kappingarár uttanfyri bøgarðarnar í Klaksvík, og ikki kunnu vit siga annað enn, at tað hevur eydnast serstakliga væl. Gullið er longu komið í hús, sjálvt um tað mangla 3 dystir av kappingini.
Komandi dystur hjá okkum er í Klaksvík, har barndómsfelagið hjá Eyðun, sum tað fyrsta, kann heiðra honum og okkara spælarum.
Dygdirnar hjá Jákup, sum spælari, hava vit havt gleðina av í mong ár. Tað at hann í fjør og í ár hevur verið hjálparvenjari hjá okkum eru vit sera fegin um.
Vit í felagnum gleðast almikið um, at gullgreipan heldur á fram komandi ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald