Politikkur

Eyðstein: Tjóðveldi er sum deyður fiskur

...

2015-08-27 00:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í løtuni er Tjóðveldi sum deyðir fiskar. Hvat gera deyðir fiskar? Jú, teir fylgja bara streyminum???

Veit ikki hvussu føroyingar hava tað við tí, men her er eitt hjartasuff. Hví er tað júst tey tungu valevnini í Tjóðveldi, ið er fyri at broyta hjúnarbandslógina? Eg veit væl at Javnaðarflokkurin og Framsókn eisini eru fyri at broyta hana, men hví Tjóðveldisharrarnir? 

Fyri mær er hetta ein gáta! Ein av føroya søguligastu og stoltastu flokkum, sum rópar hart um at varðveita mentan og søgu við stoltleika. Flokkurin, ið tosar um, at Føroyar eru eitt fantastiskt land og kann ikki samanberast við nakra aðra tjóð. Flokkurin, ið tosar um, at vit skulu skilja okkum burturúr mongdini og vera øðrvísi. 

Tá ið tjóðsangurin verður sungin við stoltleika, so syngja vit av hjarta: ??????og Gud signi Føroyar mítt land!??? ??? men vil eg staðfesta, at Gud signar einki land, ið er fyri slíkari broyting ??? tí tað er skeivt. 

Eg eri rættiliga loysingarsinnaður. Men so leingi, sum hægstu maktirnar í Tjóðveldi virka fyri at broyta hjúnarbandslógina, so kalli eg meg ikki ein part av Tjóðveldi. 

Tjóðveldi er blivin ein flokkur, ið tosar hart um stoltleika og um at varðveita okkara serføroysku mentan, men samstundis eru tey bangin fyri at verða øðrvísi enn onnur lond.

Hetta fyrikemur mær so dupultmoralskt. At ein flokkur, ið vil varðveita søgu og mentan við stoltleika, og samstundis vísir á, at Føroyar eru nakað serstakt, ikki torir at skilja seg burtur úr rúgvuni. Hesi somu fólk siga: ???Vit í Føroyum mugu broyta okkara hjúnarbandslóg???. ??? Eg má bara spyrja, hví? ??? Jú, svarið er: ???Jamen øll onnur lond gera tað! ??? Hygg eftir Danmark, USA, Svørríki og øðrum! ??? Vit mugu eisini???.

Tjóðveldi torir ikki at vera ørðvísi, men vil bara fylgja við mentanini í okkara grannalondum!

Tjóðveldi torir ikki at sláa fast, at hetta er Føroyar, og vit eru øðrvísi enn hini! 

Føroyar fer ongantíð at verða eitt betri land enn onnur lond, so leingi sum Tjóðveldi situr við ræðið. Teir vilja bert líkjast grannalondunum. ??? Kiksað í mínum oyrum, at júst Tjóðveldi roynir at apa sær eftir grannunum ??? men tíverri, so mugu vit bara staðfesta, at tað er júst tað, Tjóðveldi er blivið! 

Eyðstein Zachariasen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder